Klaus Rifbjerg (15. desember 1931 - 4. apríl 2015)[1] var ein danskur rithøvundur. Hann vaks upp á Amager í 1930-árunum (tá ið hann andaðist búði hann í Spania og í Skodsborg). Hann útgav sína fystu bók í 1956, tá ið yrkingasavnið Under Vejr med mig selv kom út. Klaus Rifbjerg, í Danmark eisini nevndur Store Klaus, var kendur fyri ofta at greiða frá um sín egna uppvøkstur.
Við yrkingasavninum Konfrontation 1960 innførdi hann eitt heilt nýtt sjónarmið á nýmótans tilveruna, og yrkingasavnið kom at standa sum ein ímynd av konfrontatiónsmodernismuni í 1960-árunum . Við savninum Amagerdigte frá 1965 gjørdi Klaus Rifbjerg vart við eina nýggja tíð og var frammanfyri sína tíð við tí einfeldi, ið eyðkendi 1970-árini. Bókin víst m.a. stóra kærleika rithøvundundans til tað vanliga. Mest týðandi verkið hjá Klaus Rifbjerg er Den kroniske uskyld frá 1958, ið seinni bleiv filmatiserað í 1985.
Við einum modernistiskum rithøvundaskapi, ið fevnir um meira enn 50 ár og við einari framleiðslu av tveimum til trimum verkum um árið, hevur Rifbjerg sett djúp spor í tað bókmentaliga og mentanarliga Danmark.
Í 1976 var hann við til at lata upp gourmet-matstovuna Kong Hans Kælder saman við konu síni Inge og Lene og Sven Grønlykke í kjallaranum á Kong Hans' Vingård í Vingårdstræde í Keypmannahavn við navninum Kong Hans Kælder. Í 1983 móttók hon sum tann fyrsta matstovan í Danmark ein stjørnu í Michelinguiden.